Fótbóltur

Video: Seinast B36 tók ímóti liði úr Estlandi

Hannes Agnarsson skoraði avgerandi málið í longdu leiktíðini, tá B36 sendi Levadia Tallinn út úr Europa League í 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-07-11 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 er tað føroyska felagið, ið oftast hevur spælt seg víðari í evropeiskari kapping. Í fjør kom liðið víðari tvær ferðir í Conference League - í 2020 eydnaðist liðnum at koma víðari heili tríggjar ferðir í Europa League.

Nøkur serstøk viðurskifti gjørdu seg galdandi hetta árið. Koronafarsóttin ávirkaði kappingina, so hon var seinkað, eingir áskoðarar vóru til dystirnar, og so at tað bert var ein dystur í hvøjrum umfari. Harvið var lutakastið eyka umráðandi. Hetta var eisini áðrenn Conference League varð stovnsett, og føroysk feløg byrjaðu í undanumfarinum í Europa League. Har vann B36 á St. Joseph á Gibraltar, fyri aðru ferð uppá trý ár, og síðani kom lið úr Estlandi á vitjan.

Dysturin í 1. umfari varð spældur á einum nærum tómum Tórsvølli. Undirhald var tó fyri allar sjóvnarpshyggjarar. B36 var aftanfyri tvær ferðir men vann 4-3 eftir longda leiktíð.

Sebastian Pingel skoraði við tveimum góðum stútarum í vanligu leiktíðini, og Ragnar Samuelsen, ið nú er í B68 saman við høvuðsvenjaranum í 2020, javnaði í byrjanini av seinna hálvleiki í longdu leiktíðini til 3-3. Eisini hetta var við høvdinum og eftir gott innlegg frá Alexi Mellemgaard. Stóra hetjan gjørdist tó innskifti Hannes Agnarsson, sum í 112. minutti setti fótin á eftir innlegg og gjøgnumbrot hjá Pingel í høgru.

[object Object]
Hannes Agnarsson sum 21-ára gamal í minniliga dystinum móti Levaida Tallinn á Tórsvølli (Mynd: Bjarni Enghamar)

[object Object]
Alex Mellemgaard var drúgvur fyri B36, og hetta kvøldið í august legði vinstri bakkurin upp til heili trý mál (Mynd: Bjarni Enghamar)

Hannes Agnarsson er ein av teimum átta, ið var á dómaraseðlanum hetta kvøldið, ið framvegis spælir fyri B36. Hann, Sonni Ragnar Nattestad og Michal Przybylski hava síðani stutt verið í øðrum feløgum, men skulu mikukvøldið aftur royna at spæla B36 víðari í evropeiskari kapping. Tað skulu Andrias Eriksen, Eli Falkvard Nielsen, Benjamin Heinesen, Andrass Johansen og Mattias Lamhauge eisini. Tað er bert síðstnevndi av hesum, sum ikki kom á vøllin hetta kvøldið - eykamálverjin er nú fyrstimálverji.

Á FaroeSoccer sæst meira um minniliga 4-3 dystin

B36 spælir móti estiska Paide Linnameeskond mikukvøldið klokkan 19. Tað er á Ovara Vølli í Gundadali. Í 2017 eydnaðist ikki at koma víðari móti liðið úr Estlandi - B36 tapti samanlagt 2-4 fyri Nomme Kalju - í 2020 gekk, og so er spurningurin, hvussu fer at ganga móti liðnum hjá Kaimari Saag í ár.

Fyri trimum árum síðani kom B36 víðari eina ferð afturat: Móti The New Saints endaði tað við brotssparkskapping, áðrenn CSKA Sofia vóru ov sterkir og seti punktum fyri ævintýrið í Europa League.

Les eisini: Nú kemur Kaimar aftur í Gundadal

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder