Hondbóltur

Video: - Vit skulu læra nógv av okkara mistøkum

Vit spæla ov nógv uppá teirra styrkir, sum dysturin líður, staðfestir Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe eftir Montenegro-tapið. Unga hoyvíkskvinnan setur eisini orð á gásarhold og HM, sum er næsta uppgávan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-18 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe skoraði trý góð mál í tapinum móti Montenegro við Tjarnir í kvøld.

- Tað er nakað serstaka at spæla her, sigur vinstri vongurin, sum fekk gásarhold áðrenn dystin.

Hon er bert 20-ár og nevnir, at tað sást í 2. hálvleiki, at Montenegro hevur væl størri royndir enn Føroyar á stóra pallinum. - Men tað er at læra av hesum.

Næsta landsliðsuppgávan er HM-endaspælið um ein stóran mánaða.

Sí samrøðu ovast

Sí eisini: Pernille: - Tað hevði verið deiligt at fingið 50 landsdystir aftrat

-----------------------------------------------

2. umfar í undankappingini til EM 2026 
Leygardagin 18. oktober
Føroyar - Montenegro 26-32 (14-14)

Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 6 mál
Pernille Brandenborg 5 mál
Súna Krossteig Hansen 4 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 mál
Elsa Egholm 1
Bjarta Osberg Johansen 1 mál
Rannvá Olsen 1 mál
Maria Páldóttr Nólsoy 1 mál
Maria Halsdóttir Weyhe 1 mál

Fleiri hagtøl her

Sí eisini: Rakul Wardum vald sum besti spælarin hjá Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder