Fótbóltur

Video: - Vit skulu nokk vera sterkir í morgin

Jákup Biskopstø Andreasen veit, at neyðugt er hjá KÍ at koma við øllum móti Ferencvárosi. Liðformaðurin heldur, at liðið ikki kundi verið betri fyireikað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-07-10 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður Champions League-fótbóltur við Djúpumýru í morgin, og 25-ára gamli Jákup Biskopstø Andreasen er ein av teimum, sum er vanur við stórar evropeiskar og altjóða uppgávur.

Undan seinastu venjingini setti hann millum annað orð á, hvussu KÍ-hópurin er brynjaður til uppgávuna, hvørjum hugburði teir skulu fara inn til uppgávuna við, og hvønn mun heimavøllurin kann gera.

Sí eisini: Myndir: Klárir til Champions League í Klaksvík

KÍ og Fercencvarósi TC spæla í fyrsta umfari í Champions League í morgin klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder