Hondbóltur

Video: - Vit stýra dystinum frá byrjan og eru effektivir

Mark Lausen-Marcher viðurkennir, at Japan gav føroysku verjuni trupulleikar - nú hyggja venjararnir eftir uppgávuni móti sterku spaniólunum í bólkafinaluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-22 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir 39-34 sigurin hjá Føroyum á Japan fyrrapartin og 34-28 sigurin hjá Spania á Angola seinnapartin er greitt, at Føroyar og Spania fara víðari úr bólki D til høvuðsumfarið/millumumfarið í HM-endaspælinum

Okkara U21-menn skoraðu aftur í dag nógv mál, og Mark Lausen-Marcher er í høvuðsheitinum ógvuliga væl nøgdur við álopspartin. Hann sigur eisini, at Í verjupartinum eydnaðist ymiskt í mun til dystarætlanina, men at Japan tók tað, sum Føroyar góvu og gagnnýtti tað og gjørdi eisini meira enn tað.

Japan gav serligar avbjóðingar, í mun til dugnasemi, kvikleika og kynismu - í morgin er tað sterku spaniólarnir. Annar U21-landsliðsvenjarin setur í videobrotinum orð á, hvar Føroyar skulu møta í morgin, og hvussu Føroyar knógva evropameistarunum.

Um tað eydnast vinna Føroyar bólkin og fáa tvey stig víðari til høvuðsumfarið í Hannover, har Brasil og Portugal eru mótstøðulið. Um Spania vinnur, skulu Føroyar allarhelst vinna á báðum nýggju mótstøðuliðnum fyri at koma til fjórðingsfinalurnar.

Sí eisini:

Á veg víðari við nógvu málum í skjáttuni

Myndir: Føroyar - Japan U21

Video: Rói Ellefsen á Skipagøtu: Skulu brúka so at siga alla okkara orku í verjuni

Video: Hákun West av Teigum: Fari at royna at skora hvørja ferð í næsta dysti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder