FM-finala: Tann 2. oktober 1999 var áhaldandi regn í Klaksvík. Hetta førdi við sær, at tað vóru stórir hyljar á vøllinum, tá KÍ tryggjaði sær sítt 17. føroyameistaraheiti við 4-1 sigri á ÍF.
Tá var Jan Andreasen í miðverjuni hjá KÍ. Hann varð valdur til ársins leikara í felagnum tá. Í morgin hevur sonur hansara, sum í 1999 var 1-ára gamal, møguleikan at lyfta FM-steypið aftur.
Jákup Biskopstø Andreasen og liðfelagarnir kunnu tryggja sær hetta við einum javnleiki í Gundadali í morgin, men liðformaðurin og høvuðsvenjarin eru á einum máli um, at KÍ fer eftir sigrinum móti B36.
Mikkjal Thomassen førdi B36 til FM í 2011 - nú kann hann gera tað við KÍ. Venjarin fegnast um, at hópurin er vorðin so væl samanspældur og hevur verið ígjøgnum eina góða menning í ár.
Eins og hópurin fyrireikar seg, so fyrireikar Bláa Bylgjan seg, og Eyðun Thorgeirsson og hini vilja gera sítt í Gundadali í morgin. Vit heilsaðu eisini uppá tey í gjár.
KÍ og B36 spæla í morgin klokkan 15 í Gundadali.
Sí innslag frá venjing hjá B36 her: FM-dreymar í Gundadali
Lagt til rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald