Fótbóltur

Video: AB - EB/Streymur

Sí málini, reyða kortið og umstríddu støðurnar á Argjum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-07-27 22:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Runi Dam/FSF/Televarpið eiga upptøkurnar omanfyri

AB og EB/Streymur leiktu ein spennandi, inntensan og dramatiskan botndyst á Argjum í kvøld. Argjamenn vóru á veg ímóti sigrinum í yvir 75 minuttir, men langt inni í yvirtíðini javnaði liðformaðurin hjá EB/Streymi, Rógvi Egilstoft Nielsen. Hetta var uppá returin av brotssparkinum hjá vágamanninum, ið nýggi danski málverjin hjá AB, Tobias Brogaard Larsen, bjargaði. 

Sí myndir av Argjum

Argjamenn vóru sera ónøgdir við, at brotsspark varð dømt í støðuni. Sorin Anghel gjørdi vart við hetta á FM1 eftir dystin og eisini á Facebook í samband við videobrotið omanfyri. Venjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen, var tó sannførdur um, at Rógvi Egilstoft varð hildin so mikið, at har var brotsspark í støðuni. Á videobrotunum er tó ilt at siga, hvat hendir tá bólturin kom innfyri.

[object Object]

Eisini viðvíkjandi málinum hjá AB var ivamál um dømingina hjá Rúna Gaardbo. Fyrimunur varð givin, eftir at Eli Christiansson varð feldur, tí AB fekk ein opnan málmøguleika, men eftir at skotið hjá Bjarka Nielsen varð blokerað í eftirfylgjandi spælstøðuni, varð bríkslað fyri frísparki, ið debutanturin Lukas Grenaa Giessing skoraði uppá. 

Les meira um dystin her

Beinleiðis reyða kortið hjá Magnusi Jarnskor sæst eisini omanfyri. Talan var um eina takkling uttan fyrilit. 


Betrideildin, 16.umfar
Skansi Arena, 27.07
AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
18' Lukas Grenaa Giessing 1-0
96' Rógvi Egilstoft Nielsen 1-1

AB (4-2-3-1): Tobias Brogaard Larsen - Heri Hjalt Mohr, Sørin Samuelsen (90' Leivur Holm Joensen), Bárður Olsen (L), Beinir Henriksen - Mikkjal Hentze (82' Bjarni Skála), Eli Sveinur Christiansson - Bjarki Christansson Nielsen, Lukas Grenaa Giessing, Rógvi Poulsen- Jobin Drangastein (50' Filip í Liða)
Gul kort: Filip í Liða, Tobias Brogaard Larsen, Heri Hjalt Mohr

EB/Streymur (4-2-3-1): Jákup Højgaard - Sveinur Knútur Magnussen, Árni Grunnveit Olsen, Petur Zachariassen (82' Teitur Debes Olsen), Ragnar Bjartalíð Danielsen (64' Magnus Jarnskor) - Arnar Dam (64' Rói Olsen), Gestur Bogason Dam - Niklas Kruse, Ragnar Samuelsen, Rógvi Egilstoft Nielsen (L) - Steffan Abrahamsson Løkin
Reytt kort: Magnus Jarnskor (77') Gult kort: Gestur Bogason Dam 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder