Tað sá einki út hjá Mjällby AIF, tá suverena oddaliðið í Allsvenskan IK Sirius vitjaði í Hällevik leygardagin.
0-3 í steðginum, men so vórðu tríggjar útskiftingar gjørdar, og Áki Samuelsen varð fluttur aftur á vongbakkinum.
Tað varð 1-3 í fyrsta minutti eftir steðgin, og í 54. minutti vann Áki Samuelsen bóltin væl í høgum trýsti. Hetta gjørdist eitt upplegg - og tað seinna var uppaftur flottari.
Í 77. minutti fann 22-ára gamli havnarmaðurin áleyparan Jacob Bergstrøm við frámúrskarandi sending innum Sirius-verjuna.
3-3 og í 87. minutti kom sigursmálið: Stór frøi í Hällevik har tað endaði 4-3, og trý týðanmdi stig hjá Mjällby. Meistararnir frá 2025 hava havt tað trupult í pørtum av árunum men við sigrinum er niðuflytingarpláss nú sjey stig burtur.
Nummar 11 av 16 og hósdagin spælir Mjällby Europa League dyst móti RB Salzburg, har Martin Agnarsson møguliga fær ein leiklut - tað gjørdi vongbakkurin ikki í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald