
Áki Samuelsen skoraði sítt tíggjunda landskappingarmál fyri Ranheim síðani skiftið úr HB í vetur, tá Ranheim vann 3-0 á Mjøndalen.
21-ára gamli havnarmaðurin sló til longu í 2. minutti eftir gott upplegg frá Seydina Diop. Høgri vongurin fann væl vinstra vongin, sum rann á ágangandi og rættan hátt í brotsteignum í Mjøndalen. Áki skulu bert seta fótin á.
Líknandi støða var tíggju minuttir seinni. Tá eydnaðist ikki Áka Samuelsen at beina bóltin í málið, men U21-landsliðsliðformaðurin er skrásettur fyri uppleggið til 2-0 málið.
Málið og hæddarpunkt síggjast ovast ella á Youtube-rásini hjá TV2 Sport
Áki fekk annars sítt annað gula kort í kappingarárinum eftir steðgin, og varð hann skiftur út í 72. minutti.
Í 25. minutti varð 3-0, tá Jon Berisha varð tvífaldur málskjútti. Ranheim vann eisini 3-0 og fekk trý týðandi stig í stríðnum um at koma í uppflytingar play-off til bestu norsku deildina.
Áki Samuelsen og lið hansara eru eftir sigurin á gamla liðnum hjá Meinhardi Olsen tvey stig frá 6. plássinum, sum gevur atgongd til play-off.
Trý umfør resta í, í OBOS-deildini. Leygardagin vitjar Ranheim í Oslo hjá uppflutta Lillestrøm, ið er suverent oddalið.
Sí eisini: Gullbrandur Øregaard og teir eru fluttir upp aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald