Hann gjørdi vart við seg í føroysku miðverjuni í gjár við einum sterkum avriki. Nøkur lýti vóru í spælinum við bóltinum, men Andrias segði beinanvegin sjálvur, at tað var ymiskt í spælinum, ið hann skal betra um.
21-ára gamli toftamaðurin er ikki í dystarvenjing. Ein álvarsamur fótskaði hevur lagt honum meinbogar í vegin í ár, og í samrøðuni við Portalin legði Andrias Edmundsson dent á, at hann skal halda seg skaðafrían, um fleiri minuttir skulu koma á A-landsliðnum.
Andrias fær ikki frí frá fótbólti enn. Miðverjin hevur fingið ein góðan møguleika at vísa seg á høgum støði.
Andrias Edmundsson her hægstur í dystinum móti Kosovo í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
- Eg skal venja fýra ferðir og spæla ein venjingardyst, og tað eri eg ógvuliga spentur uppá.
Talan er um eina royndarvenjing hjá norska eliteseriuliðnun Odds BK. Tað er landsliðsfelagin Gilli Rólantsson Sørensen, ið hevur fingið venjingina í næstu viku í lag. Gilli hevur spælt fyri Odds í 2022.
Andrias Edmundsson spælir yrkisfótbólt í Spania. Felagið Aguilas FC spælir í fimtu røð í Spania. Miðverjin hevur sáttmála har fram til í summar - hann vónar, at fáa møguleika at av álvara vísa seg á hægri støði skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald