Fótbóltur

Video: Árni fer altíð at minnast avrikið móti Montenegro

Sum tíðin gekk, bleiv tað bara betri og betri, og hendan dystin fór bólturin inn, so tað var ein forloysing, sigur maðurin við fýra málstigum hóskvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-11 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit skulu ikki heilt niður at lenda og sjálvandi byggja uppá avrikið frá hóskvøldinum.

Soleiðis sigur Árni Frederiksberg, tá vit undan dagsins venjing á Tórsvølli spurdi høgra vongin, hvussu føroyingar handfara sinnisligu avbjóðingina eftir ein stórsigur.

Árni Frederiksberg vil ikki fara upp at flákra eftir 4-0 sigrin á Montenegro, ið hann tó altíð fer at minnast. 33-ára gamli KÍ-spælarin er heldur ikki serliga stúrin um, at føroyingar fara at gera tað, og hann helt fyri, at Føroyar eisini fóru eftir stigum í morgin.

- Tað kann vera, at kekkar bara eru ov góðir, men vit skulu út eftir tí aftur. Spyrt tú meg nú, so eri eg ikki heilt nøgdir við undankappingini, um vit ikki fáa stig...men hetta hevur verið ein góð undankapping, staðfestir maðurin, sum kom við aftur í mars.

[object Object]
Árni Frederiksberg eftir brotssparksmálið hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

Sjálvur avrikaði Árni Frederiksberg framúr væl móti Montenegro: Eitt mál, trý upplegt og samanlagt eitt framúr álopskendt avrik. 

- Spælið gjørdist betri og betri. Vit gagnnýttu plássið, og hendna dystin fór bólturin inn...samstarvið við Hanus Sørensen var eisini lætt og gott.

Hoyr alla samrøðuna ovast

Sí eisini: Fýra ferðir Árni Frederiksberg

Føroyar og Kekkia spæla í morgin, sunnudagin 11. oktober, klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder