Ísland kroysti donsku vertirnar langt í sínari fyrstu hálvfinalu í 16 ár.
Men Danmark vísti mótstøðuføri og styrki í áttandu hálvfinaluni á rað.
Danmark og Týskland spæla EM-finalu í Herning sunnudagin 1. februar klokkan 17 føroyska tíð
EM-hálvfinalur
Fríggjadagin 29. januar 2026 - Jyske Bank Boxen
Týskland - Kroatia 31-28 (17-15)
Sí meira her
Danmark - Ísland 31-28 (14-13)
Hæddarpunktini frá Danmark - Ísland síggjast ovast ella á Youtube-rásini hjá evropeisku hondbóltssamgonguni
Av fimm brotskøstum brendi Jóhan á Plógv Hansen eitt. Hetta er við í samndráttinum. Annars skoraði høgri vongurin seks týðandi mál fyri Danmark og var næstbesti málskjútti hjá ferfaldu heimsmeistarunum, sum sunnudagin skulu royna at fáa fatur á EM-gullinum eisini.
Les meira her: Jóhan á Plógv Hansen í lyklaleikluti í hálvfinalusigrinum á Íslandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald