Hondbóltur

Video: Elias var flúgvandi í bronsudystinum

- Ein stórt álopskent avrik søgdu viðmerkjararnir á Viaplay um føroyingin, sum skoraði níggju mál og hevði fleiri upplegg í Kiel-sigrinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-25 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir úr THW Kiel taptu tepurt og í evstu løtu móti Montpellier í gjár. Harvið eingin finala í European League, men eitt plástur fekst á sárið í dag, tá Kiel vann greitt í málríka bronsudystinum. 

Melsungen hótti í løtum, men álopsspælið hjá Kiel var bara alt ov gott á degnum.

Emil Madsen var ein profilur við heili tólv málum, og hevði danski høgri bakkurin ein væl betri dag enn í hálvfinaluni, tá Madsen brendi átta skot.

Hin stóra orsøkin var Elias Ellefsen á Skipagøtu. Nummar 71 fekk stórt álit í dag, og stýrdi hann spælinum væl. Tað lá eisini heilt væl fyri at at skjóta: Elias skoraði uppá níggju av sínum tíggju skotum í bronsudystinum í Hamborg.

Fýra flott mál hjá Eliasi á Skipagøtu í bronsudystinum síggjast í videobrotinum ovast ella HER

Harímillum vóru sterk standiskot, góð gjøgnumbrot og eisini mál, har Elias á Skipagøtu so at siga hekk vatnrættur í luftuni.

Serliga í seinna helmingini av seinna hálvleiki gjørdi føroyski spælskiparin eftir vild móti liðnum, sum eisini hevur eitt oddabrak at hugsa um í Bundesliguni hósdagin. Har vóru millum annað upplegg við sendingum millum beinini hjá verjuspælarum. Umframt hetta og mongu málini, vann Elias Kiel brotskøst og syrgdi fyri útvísingum til Melsungen.

Tað endaði 37-31 til Kiel. Í løtuni er European League-finalan á skránni, har Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt royna at endurvinna næststerkastu evropeisku kappingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder