Hondbóltur

Video: EM-hópurin í jólahýri

Brynhild Pálsdóttir og Súna Krossteig Hansen vísa, hvussu føroysku kvinnurnar hava prýtt sítt felagshøli, nú desember mánaði er byrjaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-02 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin): - Tað er ikki bert hondbóltur, sum fyllir í føroyska EM-hópinum.

Kvinnurnar hava pyntað, eftir at stjórin Andrass Thomsen fór at keypa jólapynt, nú jólamánðin kom.

Hini liðini, sum eisini hava felagshøli á hæddini á gistingarhúsinum, hava smáflent eftir føroyingunum.

Brynhild Pálsdóttir og Súna Krossteig Hansen leggja líka í:

- Vit eru við fyri at læra - eisini á hesum økinum - men hetta kann verða ein vani, staðfesta tær báðar, sum hava staðið á odda fyri tí jólaliga.

Tað eru eisini Súna og Brynhild, sum vísa Portalinum runt og fáa skil á dagfestingum, hvussu fløgg, stjørnur og perur síggja út, og hvørja jólasjokulátu, man helst skal hava.

Sí video omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder