Stutt fyri klokkan 19 rungar "Tú alfagra land mítt" við Tjarnir, og tvær sum heilt víst vera rørdar, verða Pernille Brandenborg og Súna Krossteig Hansen.
- Tað er so stórt. Man fær gásarhold, tí øll rópa á Føroyar og syngja tjóðsangin. Man verður ordiliga rørdur, segði Súna Krossteig Hansen, tá hon og Pernille Brandenborg vóru á vitjan í rásarúminum hjá FM1 í gjár.
Føroyar spæla EM-undankappingardyst móti Portugal í kvøld klokkan 19.
Myndir: Til reiðar til hørðu tøkini við Tjarnir
![]()
Pernille Brandenborg og Súna Krossteig Hansen hava spælt ávikavist flest og triðfest landsdystir fyri føroyska kvinnulandsliðið. Báðar skifta til stór Champions League-feløg í summar (Mynd: Sverri Egholm)
--
Video: Keypmannahavn, Århus...og Jytteborg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald