Hondbóltur

Video: Føðingardagsbarnið hevur nógv at fegnast um

Pætur Mikkjalsson hevur havt ein sertakan dag, meðan Teis Horn Rasmussen heldur, at hann nú eigur flottasta málið higartil við Tjarnir. Strikuspælararnir seta orð á stórsigurin og bólkasigurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-11 19:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2017 vóru teir við at spæla Føroyar til fyrsta endaspælið nakrantíð. Talan var um U21 HM, sum Pætur og Teis vóru við at spæla í Algeria.

Tá skoraði Pætur Mikkjalsson allarfyrsta føroyska málið. Í dag hevur hann 27-ára føðingardag, og tann kann hann nú hátíðarhald við manér.  

[object Object]
Førðingardagsbarnið Pætur Mikkjalsson og venjarin Peter Bredsdorff-Larsen stórfegnast saman stutt fyri seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

Teis Horn Rasmussen er eitt ár eldri. Hann stóð fyri stórum innsatsi í álopi og verju i dag - hann skoraði fimm mál uppá fimm skot. 

Sterki strikuspælarin setur orð á menningina og eisini framtíð sína í samrøðuni ovast.

[object Object]
Teis skorar eitt av sínum fimm málum (Mynd: Sverri Egholm)

Strikuspælararnir og miðverjar halda, at tað so at siga eydnaðist til UG í dag - millum annað við at halda profilunum hjá Ukraina niðri.

Føroyar - Ukraina 35-27 (15-13)
Føroyar hava við sigrinum tryggjað sær 1. plássið í bólkinum og harvið góðar treytir til EM-lutakastið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder