Gleðin við at íðka og vera partur av einum felagskapi saman við vinfólki, tað at íðka fleiri ítróttagreinar og vandin við at verða útbrendur.
Hetta tosa hesi fýra kendu føroysku ítróttafólkini um:
Jónas Gunnleivsson Isaksen, frælsur ítróttur: Millum annað U20 evropameistari á 400 meturm og tvífaldur OYL-gullvinnari, umframt metmaður (sum 17-ára gamal). Ársins ítróttaSTJØRNUSKOT 2023
Bjarta Osberg Johansen, hondbóltur: Fleirfallur FM- og steypavinnari við barndómsfelagnum Kyndli og partur av søguliga EM-landsliðnum í fjør. Verið við leingi - eisini spælt á A-landsliðnum í fótbólti.
Elisabeth Erlendsdóttir, svimjari: Fleiri gull og met á Oyggjaleikum, umframt flottar tíðir og avrik í altjóða kapping. Svimur nú fyri stóra amerikanska universiteti, Georgia Tech
Viljormur í Heiðunum Davidsen: Yrkisfótbóltsspælari uttanlands í yvir 15 ár - í Danmark, Noreg og Svøríki - og metnógvar dystir sum útlendingur í Vejle Boldklub. 84 landsdystir og 6 mál á landsliðnum og ofta liðformaður. Tvífaldur føroyskur steypavinnari.
Videobrotið ovast í greinini er gjørt í sambandi ráðstevnu um ítrótt, sum var hildin í fullsettari Kongshøll fríggjadagin tann 31. januar. Hetta er ein afturvandandi ráðstevna og komandi ár fara Fróðskaparsetur Føroya og Ítróttasamband Føroya aftur at seta vitan um ítrótta og rørslu á breddan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald