Hondbóltur

Video: Fráfarandi stjórin og komandi stjórin eru spentir

- Mítt øki verður tað fyrisitingarliga, so at spælarar og venjarar fáa góðar arbeiðsumstøðu, sigur Andrass Thomsen, sum vil byggja á tað góða arbeiði hjá Hans Jón Thomsen og øðrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-06 18:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Her eru nógv, sum hava gjørt eitt kanón arbeiði, fyri at hetta skal vera gjørligt.

Hetta sigur Hans Jón Thomsen í Høllini á Hálsi nakrar dagar áðrenn EM-endaspælið, sum er eitt úrslit av miðvísum arbeiði hjá nógvum fólki.

Tvøramaðurin í Hoyvík hevur verið rundanum hondbóltsumhvørvi í fleiri ár, og síðani november hevur hann verið stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Í samrøðuni greiðir Hans Jón á, hví Føroyar eru her, og hvussu nógv arbeiði liggur aftanfyri tí at vera við.

- Í HSF vil man gjarna vera við til øll EM- og HM-endaspølini framyvir. Men hetta krevur nógv av øllum, slær stjórin fast.

Tað verður ikki við honum sum einum av oddapersónunum. Hans Jón Thomsen hevur valt at royna nakað annað. Hann verður í starvinum til 1. mars, og ein av uppgávunum verður at seta Andrass Thomsen inn í tingini.

36-ára gamli havnarmaðurin varð kunngjørdur sum nýggjur stjóri hósdagin. Hann tekur við 1. februar, men er heilt spakuliga við at koma inn í tað. Andrass hevur royndir innan ítróttaumsiting - hetta frá FSF har hann arbeiddi í fleiri ár. Nú sær hann fram til at traðka inn í hondbóltsheimin.

Les eisini: Andrass Thomsen verður nýggjur stjóri í HSF

Sí alla samrøðuna ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder