Hondbóltur

Andrass Thomsen verður nýggjur stjóri í HSF

Tekur við eftir Hans Jón Thomsen 1. februar. 36-ára gamli havnarmaðurin er útbúgvin løgfrøðingur og hevur seinastu árini starvast hjá FSF.

Úr Fótbóltssambandinum í Hondbóltssambandi - her sæst Andrass saman við Gunn Ellefsen, forkvvinnu í HSF (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Úr Fótbóltssambandinum í Hondbóltssambandi - her sæst Andrass saman við Gunn Ellefsen, forkvvinnu í HSF (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2024-01-04 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari tíð síðani gjørdist greitt, at Hans Jón Thomsen ætlaði úr starvinum sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya tíðliga í hesum árinum. 

Hann tekur EM við, og 1. februar byrjar ein nýggjur maður í starvinum, og talan er um Andrass Thomsen.

36-ára gamli havnarmaðurin er búsitandi í Hoyvík. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og hevur millum annað áður starvast við ítróttaumsiting í Fótbóltssambandi Føroya nógvu síðstu árini og við løgfrøði hjá Ríkisumboðnum frammanundan tí.

- Starvsnevndin hjá HSF heldur, at fakligu førleikarnir og royndirnar hjá Andrassi hóska væl til tann starvsprofil, sum HSF hevur ynskt, har stjórin skal standa fyri umsiting og leiðslu í sambandinum.

Kelda: Hondbóltssamband Føroya

[object Object]
Úr FSF í HSF - Andrass hevur royndir í at samskipa landsliðssarbeiði og annað innan ítróttaumsiting (Mynd: Sverri Egholm)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder