
Tað var eingin slingur í valsinum hjá Hákuni West av Teigum og teimum, sum í gjárkvøldið vitjaði FRISCH AUF! Göppingen í 30. og fimtseinasta umfari í Bundesliguni.
Füchse Berlin kom skjótt á odda við nøkrum málum, og eftir 17 minuttir hevði FRISCH AUF! Göppingen bert skorað fýra mál. Tað var 11-21 í steðginum, og 28-43 tá samanum kom.
Álopsmaskinan hjá Füchse koyrdi harvið væl, og Mathias Gidsel var "sjálvandi" toppskjútti. Hann skoraði níggju mál - toppskjúttin hjá heimaliðnum var Rutger ten Velde, sum í mars skoraði nógv mál móti Føroyum fyri Niðurlond.
Ten Velde (nummar 5) sæst her við Tjarnir (Mynd: Jens Kr. Vang)
Føroyski vongurin hjá høvuðsstaðarfelagnum hevði ein góðan dyst. Hákun West av Teigum spældi meginpartin av dystinum, og skoraði hann fimm mál uppá síni seks skot (83.3 prosent)
Einki av málum Hákuns er í hæddarpunktunum ovast
Sigurin merkir, at Füchse Berlin framvegis er oddalið í Bundesliguni, nú fýra umfør resta í. Melsungen hevur tó eisini 50 stig. Júst hesi bæði liðini hittast til ógvuliga týðandi dyst í Berlin hóskvøldið 29. mai - í næsta umfari. Vinnarin har vinnur mest sannlíkt Bundesliguna; serliga um tað verður Füchse, ið hevur eina góða dystarskrá.
Hákun West av Teigum hevur nógv at fegnast um fyri tíðina - Füchse er eisini í Champions League-finaluni (Mynd: Sverri Egholm)
Magdeburg hongur enn í. Meistararnir frá í fjør eru fimm stig aftanfyri men hava spælt tveir dystir færri. Í gjár vann Magdeburg við seks málum á Hannover-Burgdorf, sum ikki hevur megnað at fylgt við í seinastuni. Vilhelm Poulsen skoraði uppá bæði síni skot fyri Hannover-Burgdorf.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel røkka neyvan heldur Champions League. Tað eru bert tvey tey ovastu í Bundesliguni, ið koma har, og Kiel hevur seks stig upp til Füchse og Melsungen, nú fýra umfør resta í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald