Sunnudagin spældi Sara Benjaminsen triðja dystin á rað í fremstu donsku deildini. Hesaferð fekk evnaríka strandakvinnan ein hálvleik, og hon tók av.
FCK er uppflytari og fekk oyruni í maskinuna í Farum. Tað var 6-0 í steðginum, tá Sara Benjaminsen kom á vøllin, og var nummar 44 við í øllum trimum málunum hjá FC Nordsjælland í 2. hálvleiki.
Sí video við hæddarpunktunum ovast ella á Youtube-síðuni hjá FC Nordsjælland
Sara spælir í blusu nummar 44 - málið sæst eftir 3.30
Hon legði innfyri stutt, áðrenn FC Nordsjælland skoraði til 7-0 og skoraði síðani heldur margháttiligt, men hegnisliga, við veikara høgra beininum til 8-0.
Sara Benjaminsen átti eisini góðu sendingina og uppleggið til seinasta málið í dystinum. Harvið eitt ógvuliga gott avrik hjá spennandi føroyska spælaranum í fremstu røð í Danmark.
FC Nordsjælland hevur Kolding IF á skránni um eina viku, týsdagin 1. september. Ungdómslandsliðsliðfelagin hjá Saru, Kára Sigurðsson, hevur eisini spælt í bestu deildini við FCN í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald