Andrias Edmundsson skrivaði fríggjakvøldið søgu sum fyrsti føroyingur í Serie A.
Dysturin millum tvey tey aftastu liðini í krútsterku deildini, var annars ikki besta reklaman fyri fremstu italsku deildini: Tað var merkt av nógvum tekniskum villum og vantandi undirhaldi, og áskoðararnir hjá Hellas Verona vístu sýna ónøgd eftir síðsta bríksl.
Verjuspælið var betri enn álopskenda spælið, og 25-ára gamli toftamaðurin stóð sterkur í myndini: Føroyski landsliðsvenjarin var ein av teimum bestu spælarunum á vøllinum.
Les eisini: Hann er ein risi: Andrias við at halda málið reint í fyrsta Serie A-dystinum
Liðini høvdu eina roynd hvør á stongina - annars vóru ikki nógvir stórir málmøguleikar. Móti endanum vóru gestirnir úr Pisa nærri við at skora.
Sí hæddarpunkt ovast ella á Youtube-síðuni hjá Serie A
Hellas Verona er framvegis aftast í Serie A. Lykladystur verður aftur næsta vikuskiftið - 15. februar - móti Parma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald