2020-10-01 13:23
Tað er fótbóltsfepur í Klaksvík. Meira enn tað vanliga. Í kvøld spælir KÍ playoff dyst móti írska liðnum Dundalk um at koma víðari til bólkaspælið í Europa League.
Og fyrrapartin vóru nakrir hundrað skúlanæmingar við Djúpumýrar og vóru geilaði upp við sangi og rópi. Fyrst er tað málmanslegendan Jákup Mikkelsen, ið syngur fyri til KÍ-sangin, eins og hann gjørdi á KÍ-bandinun fyrst í nítiárunum, og síðani róp frá Kristiani Joensen, sum skrálaði leikaranøvnini upp.
Sí video, sum Klaksvíkar kommuna gjørdi, omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald