Hondbóltur

Video: Gera alt vit kunnu fyri at vinna

- Vit vita væl, at tað verður trupult, men vit fara at gera alt tað vit kunnu, sigur Rókur Akralíð, liðskipari á føroyska A-landsliðnum, undan play-off dystinum móti Týsklandi í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-04-13 12:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kiel (Portalurin) - Rókur Akralíð er ein av teimum eldru á liðnum, og hevur verið við leingi og í útgangstøðinum er hann 120 minuttir burtur frá einum HM-endaspæli.

Tormóður Petursson Djurhuus hitti hann á spælarahotellinum fyrrapartin.

Týskland-Føroyar byrjar klokkan 17:15 føroyska tíð, og dysturin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. FM1 útvarpar eisini dystin.

Portalurin er í Kiel í sambandi við stóra dystin í kvøld, og vit fara at hava samrøður, myndir og annað frá dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder