Hondbóltur

Video: Góð mál hjá Eliasi

Sí samandráttin hjá THW Kiel frá sigrinum í Portugal í gjár, har føroyingurin varð javnsettur toppskjútti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-26 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hæddarpunktunum omanfyri síggjast tvey mál hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum bæði skoraði 7 mál og eisini legði upp til 7 mál í evropeiska dystinum.

Bæði (0.35 og 1.04) eru "renniskot", har nummar 71 kemur inn móti verjuni við nógvari ferð og snýtur málverjan. Í seinna førinum er tað við einum undirhondsskoti.

Ein misnýttur fríur málmøguleiki hjá Eliasi sæst eisini; hoyvíkingurin brendi fimm skot í dystinum.

Javngamli íslendingurin Þorsteinn Leó Gunnarsson varð toppskjútti hjá Porto. Nøkur av málunum hjá høga spælaranum við fimm talinum eru eisini við í hæddarpunktunum, sum kunnu síggjast ovast ella HER

Les eisini: Elias á Skipagøtu aftur toppskjútti móti Porto


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder