Jákup Biskopstø Andreasen, liðskipari hjá KÍ, letur væl at, tá hann verður spurdur um nýggja venjaran, Magne Hoseth.
Norðmaðurin varð í kvøld kunngjørdur sum nýggur venjari hjá KÍ næstu tvey árini.
Fleiri av KÍ-spælarunum vóru til staðar á KÍ-loftinum í kvøld, og hetta var eisini fyrstu ferð, at teir hoyrdu navnið á nýggja venjaranum.
Hann tosaði positivt um tær ambitiónirnar hann hevði, og legði dent á, at hann vildi leggja uppá, sigur Jákup Biskopstø Andreasen.
- Tað er nakað, vit sum spælarar halda er øgiliga spennandi. Vit hava ein góðan hóp, sum er væl samanspældur, og vit hava kanska eisini brúk fyri at fáa nýggj hugskot. So tað verður spennandi at fáa hann (nýggja venjaran, red.) inn, sigur Jákup Biskopstø Andreasen.
Málið hjá KÍ er enn sum áður at vinna alt sum vinnast kann í Føroyum og langtíðarætlanin er bólkaspæl í altjóða fótbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald