
Talan gjørdist um eitt stórt - nærum glæsiligt - mánakvøld í regninum í Garðabær fyri Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnar.
Við 3-2 sigrinum er Víkingur Reykjavík sjey stig á odda í fremstu íslendsku deildini, nú trý umfør eru eftir. Harvið er minsta kravið ein sigur afturat fyri at tryggja meistaraheitið.
Stjarnan kundi annars minka um munin niður í eitt stig, men nú eru Stjarnan, og Valur - ið tapti fyri Fram sunnudagin - væl aftanfyri Víking.
Tað var ein lívligur dystur í gjárkvøldið. Longu eftir níggju minuttir var 1-1. Nikolaj Hansen legði Víking á odda 2-1 í yvirtíðini í 1. hálvleik, og leiðslan helt í nærum ein hálvleik. Stjarnan javnaði í 90. minuttir.
2-2 var framvegis eitt gott úrslit hjá Gunnari Vatnhamar og teimum, men eftir 95 minuttir vann Valdimar Ingimundarson bóltin, tá Stjarnan skuldi satsa. Ingimundarson setti sjálvur bóltin í netið, og so fegnaðust leirvíkingurin og hinir so at siga sum teir høvdu vunnið meistaraheitið.
Tað verður veruleiki, um Víkingur Reykjavík vinnur á FH sunnukvøldið.
Gunnar Vatnhamar spældi sum vant fullan dyst fyri Víking Reykjavík í gjár.
Sí hæddarpunkt ovast ella her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald