
Føroyar vunnu í gjár á Finnlandi og stríðið um at enda nóg høgt til at røkka HM-plássið til næsta ár heldur fram í dag. Hetta við dysti móti Sveis klokkan 11 føroyska tíð.
Sí eisini: Fyrstu EM-stigini hjá U19-kvinnunum
Silja Geirsdóttir Eystberg gekk veruliga á odda í álopinum við heili 13 málum. Í føroyska málinum stóð Gylta Djurhuus á Neystabø seg ógvuliga væl við 12 bjargingum (34 prosentum)
Júst Gylta hevur havt eitt gott EM-endaspæl í Montenegro. Kyndlis-málverjin byrjaði við flottum avriki móti Rumenia, har hon hevði 15 bjargingar - millum annað eina framúrskarandi "duppultbjarging" í 1. hálvleiki.
Sí eisini: Marta Højgaard dagsins spælari hjá Føroyum - Gylta skein eisini í EM
Gylta Djurhuus á Neystabø (Mynd: HF Montenegro)
Júst hendan bjargingin, har Gylta á Neystabø fyrst bjargar fríum vongskoti og síðani stórbjargr roynd hjá rumenska strikuspælaranum, varð kosin til besta bjargingin av øllum í bólkaspælinum.
Hetta hevur evropeiska hondbóltssamgongan (EHF) gjørt av. Til ber at síggja bjargingina(r) frá 0.55 á vieobrotinum ovast - ella her
Føroyar spæla týðandi EM-plaseringsdystin móti Sveis klokkan 11 føroyska tíð. Vinna føroysku kvinnurnar, so liggja tær væl fyri at tryggja HM-pláss til næsta ár (U20 HM) - dysturin kann stroymast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald