Hákun West av Teigum byrjaði ikki dystin móti Kosovo væl, men seinni var høgri vongurin úr Hoyvík í gamla lagnum.
Hákun skoraði sítt sætta mál í dystinum, tá fá sekund vóru eftir. Hetta við at vísa sítt fimi og sín teknikk.
Málið gjørdist eisini møguligt við frálíkum útkasti frá Paula Jacobsen. Vælspælandi málverjin fann - sum so ofta áður í ungdómsárinum í H71, í Skanderborg, á ungdómslandsliðunum og á A-landsliðnum - javngamla vongin væl.
Úrslitið av samstarvinum varð besta málið í fyrsta umfari í EM-undankappingini.
Ukraina er á skránni í 2. umfari - í Vilnius sunnudagin klokkan 13. Portalurin er við á ferðini. Meira tilfar seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald