Hondbóltur

Video: Hammer-systrarnar nøgdar á hvør sín hátt

Natasja varð toppskjútti hjá StÍF við átta málum og viðurkennur, at man manglaði royndirnar. Yngra systurin skoraði fimm mál og vardi væl - júst verjan varð avgerandi, staðfestir Barbara Hammer.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-04 18:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Barbara og Natasja Hammer eru báðar uppvaksnar í Kyndli.

Í ár hevur Natasja spælt við StÍF, har landsliðsbakkurin hevur verið lyklaspælari. Aftur í dag gjørdi hon bart, men tað var ikki nóg mikið. Natasja Hammer staðfestir, at StÍF ikki spældi nóg mikið uppá breiddina í dag, og at tað merkist, at royndirnar vóru á muni. Kortini er hon sum so nøgd.

- So at siga eingin hevði væntað, at vit fóru at standa her, so útfrá tí so er tað nøktandi, at tað rakk til silvur hjá okkum, staðfestir Natasja siðiliga

Barbara var ovurfegin. Hon og liðfelagirnir høvdu trupult við at skora móti Momoko Debes í dag, men blaðungi vongurin skoraði tvey heilt týðandi mál seint í dystinum. Barbara Hammer var eisini umráðandi sum 2’ari í sterku verjini hjá Kyndli - hesin parturin var ein lykil, staðfestir hon.

Kyndlakvinnur vunnu eisini Lionssteypið, steypakappingina, umframt at U18 gjørdi bart. Harvið nógv at hátíðarhalda, áðrenn herjað verður á aftur næsta ár, sigur Barbara.

Sí samrøðuna við Hammer-systrarnar, eftir FM hjá Kyndli kom í hús, ovast.

Triðja FM-finalan í SMS-deildini
Í dag, leygardagin 4. mai, í Hoyvíkshøllini
Kyndil (3) - StÍF (0) 23-19 (11-12)

Toppskjúttar: Natasja Hammer 8 mál, Turið Arge Samuelsen 6 mál

--

Sí eisini: Bjarta Johansen: Rutina og góður verjupartur gjørdu mun

Sí eisini: Turið Arge Samuelsen: Vit strema altíð eftir at vera í oddinum

Sí eisini: Myndir: Kyndil fekk FM-steypið í Hoyvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder