Tað er ein sannroynd, at tað ikki er ein so langur vegur hjá føroyska liðnum til "knock-out dystirnar" í HM-endaspælinum.
Tað snýr seg tó fyrst um at royna at spæla seg úr bólkaspælinum. Tvey lið koma víðari, og Føroyar skulu helst vinna á Angola og Japan. Í síðsta dystinum í bólkinum bíða sponsku evropeameistararnir, ið vera ein stórur biti.
Alt hetta staðfestir Julian Johansen, ið er annar av venjarunum hjá U21-landsliðnum. Portalurin fekk orðið á havnarmannin í sambandi við venjingina í Kollafirði í gjár.
Liðið venur saman í kvøld og síðani í Hoyvíkshøllini leygardagin seinnapartin. Mánadagin gongur leiðin til Magdeburg, har bólkur okkara verður spældur. Portalurin verður eisini við á ferðini.
Hoyr Julian omanfyri seta orð á mótstøðuliðini, málið, tað at fáa tveir ymiskar venjingardystir í Íslandi, spennandi og skotsterkan spælara av Skála, tað at Elias á Skipagøtu er betri fyri enn til EM í fjør og støðuna í hópinum sum heild.
Sí eisini: Pauli Jacobsen: Skulu liva upp til tey virðini vit standa fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald