
Fredrikstad vann í gjárkvøldið dramatiskan sigur í Oslo. Jóannes Bjartalíð skoraði bæði málini móti botnliðnum, og tey vóru ógvuliga væl sett inn.
2-1 sigurin hjá liðnum hjá Mikkjali Thomassen merkir, at Fredrikstad er á odda í næstbestu norsku deildini, nú seinna hálva júst er byrjað. Kongsvinger kann tó vinna seg frammum aftur við sigri í morgin. Tvey lið flyta beinleðis upp, og tað sær gott út hjá føroyingarfelagnum, sum framvegis ikki hevur tapt í landskappingini.
Brandur Hendriksson Olsen spældi ein tíma í gjár. Avgerandi málið hjá Jóannesi kom í 93. minutti.
Heimasíðan hjá Skeid hevur lagt videobrot frá dystinum - tey síggjast her
(Mynd: Fredrikstad FK)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald