Fótbóltur

Video: Hondbóltsbrot skulu tulkast øðrvísi

Tað sigur nýggi formaðurin í Fótbóltsdómarafelagi Føroya við FSF Varpið. Jóhan Hendrik Ellefsen og hinir úrmælingadómararnir hava verið savnaðir í samband við kappingarfyrireikingar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-26 20:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappingarbyrjan nærkast, og í nakrar dagar vóru eini 60 úrmælingadómarar og dómaraeygleiðarar savnaðir á Hotel Føroyum. Har varð seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til kappingarárið 2024.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at lagt var fyri fyrrapartin hósdagin, tá Fótbóltsdómarafelag Føroya, FDF, hevði aðalfund.

Á fundinum nýtti Petur Reinert høvið at takka fyri seg sum formaður – Petur er nú vorðin dómaraeygleiðari – meðan nýggjur formaður er Jóhan Hendrik Ellefsen.

[object Object]
Jóhan Hendrik Ellefsen hevur dømt fast í Betrideildini hjá monnum síðani 2018 og hevur nú tikið við sum FDF-formaður (Mynd: Sverri Egholm)

Seinnapartin fríggjadagin fekk FSF Varpið orðið á nýggja formannin í FDF. 36-ára gamli vágamaðurin hevur dømt fast í fremstu røð hjá monnum síðani 2018 og er nú FIFA-dómari.

Sambært Jóhan Hendriki eru smærri broytingar – ella tulkingar – gjørdar í fótbóltslógini. Hann leggur eisini dent á, at tað er ógvuliga umráðandi, at dómarar og eygleiðarar eru til reiðar, nú kappingarárið skal byrja.

Til ber at síggja alla samrøðuna HER ella ovast í greinini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder