Jóannes Bjartalíð hevði ein virknan sunnudagin í Petropavlovsk: Tvey mál og tvey upplegg í 4-0 sigri hjá FC Qyzyljar.
Liðið tók ímóti Jenis - ella FC Zhenis sum er úr Astana í fimta umfari í bestu deildini í Kaskastan.
Føroyingurin hevði næstseinasta fót á fyrsta málunum, sum var eitt hart og gott frísparksinnlegg úr høgru: Eitt typiskt Bjartalíð innlegg og 1-0 í steðginum
2-0 málið var eftir góða renning, tá ein tími var spældur. 10'arin snýtti síðani málverjan hjá Jenis við at rulla bóltin framvið og yvir á hin fótin: Veika høgra fótin.
Í 3-0 málinum spældi 29-ára gamli klaksvíkingurin saman við Aslan Adil: Við frekari fríspæling legði føroyingurin bóltin innum verjuna, og Adil gjørdi arbeiðið liðugt.
Umvent var til fjórða og seinasta málið. Jóannes Bjartalíð fekk nógv pláss, og komin inn í brotsteigin smekkaði hann til við høgra beininum.
Enn eitt flott mál og frálíkur dagur hjá føroyinginum. FC Qyzyljar er nú á 5. pássi eftir fimm dystir í fremstu deildini í Kasakstan. Jóannes Bjartalíð hevur higartil skorað trý mál í landskappingini og eitt í steypakappingini.
Sí mál og hæddarpunkt frá dystinum ovast ella á Youtube. Jóannes spælir í reyðum við 10-talinum á rygginum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald