"Nordderby" er størsti einstaki dysturin í týskum hondbólti. Arvafíggindarnir THW Kiel og Flesnburg-Handewitt eru tey mest vinnandi feløgini, og seinnapartin sunnudagin hittust tey í Kiel.
Heimaliðið byrjaði væl betri, men liðið hjá Nicolaj Krickau fekk javnað áðrenn steðgin: 17-17.
Jóhan á Plógv Hansen skoraði tvey mál fyrstu løtuna - ta eina var heilt gott og sæst eisini í videobrotinum omanfyri. Annars hevði 30-ára gamli føroyingurin á danska landsliðnum tað trupult móti Andy Wolff, og Jóhan brendi trý av sínum fimm skotum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu brendi eisini nøkur skot men skoraði fimm tað løtuna, hoyvíkingurin var inni - ta eina sæst síðst í klippinum ovast. Tann nú klipti 22-ára gamli føroyingurin hevði millum annað okkurt mál av høgra bakki og fekk lív í álopsspælið hjá Kiel seinasta part av dystinum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu í Kiel í 2022 - hann gjørdi bart eina løtu í stóra heimadystinum í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hetta var tó heldur seint. Flensburg rann frá í 2. hálvleiki, og verjuparturin hjá Kiel hevði ikki ein góðan dag. Hetta var triði sigurin á rað hjá Flensburg móti Kiel.
Tað endaði 33-37 til liðið hjá Jóhan á Plógv, sum harvið er tað, ið kemur upp í topp trý: 15 stig fyri tíggju umfør í tøttu kappingini, har liðini hjá Vilhelm Poulsen (nummar 2) og hjá Hákuni West av Teigum (nummar 4) eru hvør sínumegin. THW Kiel er heilt niðri á 9. plássi - tað eru tó ikki fleiri enn trý stig upp til 3. plássið.
Hæddarpunkt frá DYN síggjast ovast - tey byrja við flottum máli hjá Jóhan og enda við einu hjá Eliasi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald