Annað

Video: Jónas Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim gull og bronsu

Føroyar væl umboðaðar á 400 metrum í kvøld, tá bæði gull og bronsan vóru vunnin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-14 22:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur gingið væl hjá føroysku íðkarunum á oyggjaleikunum í dag. Heiðursmerkini eru komin stútt og støðugt til høldar.

Eitt nú í frælsum ítrótti kom bæði gull og bronsa, tá Jónas Gunnleivsson Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim runnu 400 metrar.

Jónas Gunnleivsson Isaksen kom á mál við tíðini 48.79. Bobby Laurensen úr Hetlandi var beint aftanfyri við tíðini 48.91, og so kom Dánjal Dahl Ljósheim á mál við tíðini 49.06.

Í frælsum ítrótti vann Sunniva Bogadóttir silvur í spjótkasti.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder