Tá danska sendingin Natholdet verður sent í kvøld verður tað við føroyskum ísletti.
Gestur í sendingini verður føroyavinurin Anders Lund Madsen, og so verður serligt videobrot frá gulldystinum millum B36 og KÍ víst. Talan er um skemtiliga brotið við KÍ-ommuni
Rúna Frimannsdóttir og Mariu Ziskasen frá Kringvarpinum, sum Amatøroyar hevur deilt á sosialum miðlum.
Óivað hava nógvir føroyingar sæð brotið, og nú sleppa danir eisini at síggja skemtiliga brotið.
“Vi ELSKER den her færøske fotboldfan” verður sagt.
Natholdet verður víst á TV2 í kvøld klokkan 21:25 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald