Hondbóltur

Video: Kiel við øðrum sigrinum uppá tvey samdøgur

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fimm mál og var við at fáa spælið at koyra væl í gjár - Hákun West av Teigum og Füchse høvdu ikki eitt kvøld í Póllandi, har Berlin-felagið tó spardi nakað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-21 11:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

45 tímar eftir tíggju máls-sigurin á Porto í European League, har Elias á Skipagøtu gjørdist toppskjútti við seks málum, trinu teir hjá THW Kiel aftur á hallargólvið í Wunderino leikhøllini.

Uppgávan hesaferð var í Bundesliguni, har HC Erlangen vitjaði. Liðið á næstaftasta plássið royndi at bjóða av, men Kiel - uttan at heilt skína - vann við fýra málum. 

Bakketan var fyri tað mesta Eric Johansen, Emil Madsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu. Sviin, danin og føroyingrurin skutu samanlagt 19 av teimum 28 málunum hjá Kiel.

Elias hevði fimm av hesum og átti eisini næstseinastu hond á fleiri Kiel-málum . Nummar 71 brendi tó eisini fýra ferðir og hevði tí heldur lág skotprosentir (55,6) 

Sí hæddarpunkt ovast - einki mál hjá Eliasi er við, men hann sæst fáa spælið at koyra í fleiri førum.

Við sigrinum er Kiel nú bert tvey lið frá oddaliðnum Melsungen, javnsett í stigum við Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf og eitt stig frammanfyri Füchse Berlin. Elias á Skipagøtu og teir hava tó spælt ein dyst fleiri enn hini liðini.

[object Object]
Hákun West av Teigum í EM-dystinum móti Póllandi. Hoyvíkingurin var toppskjútti tá við 11 málum men fekk einki mál fyri Füsche Berlin í Póllandi í gjár. Liðið er tó víðari í Champions League og við í oddinum í Bundesliguni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Füchse hevði uppgávu í Champions League í gjár. Dysturin í Plock merkti meira fyri pólsku vertirnar, ið eru í harðari kapping um at koma víðari úr bólkaspælinum.

Tað merktiskt, við at Wisla Plock var væl og virðiliga omaná: 32-27 (19-11)Hæddarpunkt síggjast niðast.

Liðið hjá Hákuni West av Teigum er víðari og skifti nakað út gjøgnum dystin í gjár. Heimsins besti spælari, Mathias Gidsel, spældi ikki so nógv. Hákun og italski Leo Prantner spældu hvør sín hálvleik á høgra vongi.

Hoyvíkingurin fekk tvær skotroyndir og brendi báðar móti Viktori Hallgrímsson. Sterki íslendski málverjin hevði 14 bjaringar frammanfyri livandi fjøldini, sum millum annað føroyski fótbóltsspælarin Andrias Edmundsson var partur av. Hann spælir við júst Wisla Plock.

Bæði skotini hjá Hákuni síggjast niðanfyri (1.32 og 2.28) Eitt upplegg hjá føroyinginum sæst tó ímillum har



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder