
Hannover-Burgdorf hevur verið millum tey fremstu í Bundesliguni alt kappingarárið, og í gjárkvøldið varð trýst lagt á liðini rundanum.
Sum væntað vann liðið hjá Vilhelmi Poulsen í Eisenach. Tað koyrdi sum smurt í 1. hálvleiki, og støðan var 19-11 í steðginum.
Í 2. hálvleiki var heimaliðið betri, men samanlagt ikki so stórur ivi: 31-26.
Hæddarpunktini síggjast ovast ella HER
Vilhelm Poulsen er tíbetur komin ordiliga fyri seg eftir skaðan í lærkrikanum, og í gjár spældi hann í løtum í sterku verjuni hjá útiliðnum, sum serliga var góð fyri stegðin.
Høgri bakkurin hevur verið við aftur seinastu tíðina og skal aftur við landsliðnum mánadagin (Mynd: Sverri Egholm)
Mánadagin verður Vilhelm við landsliðshópinum, ið fer til Kosovo at spæla møguliga avgerandi dyst um EM-pláss. Ukraina bíðar um átta dagar við Tjarnir. 25-ára gamli høgri bakkurin var ikki við til dystirnar móti Niðurlondum.
Hetta var fyrsti dystur í 28. umfari í Bundesliguni. 34 umfør eru, og spenningur um gullið, um tey bæði Champions League-plássini og sum heild í oddinum er stórur. Hannover-Burgdorf er nú á 3. plássinum - eitt stig aftanfyri Melsungen og Füchse Berlin (Hákun West av Teigum). Øll hini liðini í stríðnum spæla um vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald