Lív S. Poulsen spældi allan dystin á høgra vongi og skoraði trý mál uppá síni fimm skot. Eisini dekkaði 22-ára gamla vestmenningurin upp á høgra bakki eina løtu í 2. hálvleiki.
Hóast nøkur góð ting - og millum annað eitt frekt lobb - er Lív ikki heilt nøgd við egna avrik.
Sí eisini: Video: - Rakul vil ikki rósa sær sjálvari
Í mun til avrikið hjá liðnum, so var tað blandað:
- Til tíðir skunda vit okkum ov nógv, og blaka bóltar burtur. Hetta verða vit revsaðar fyri.
EH Aalborg spælarin er uppvaksin í Vestmanna og VÍF men er hálvur strandingur og spældi fyrstu mánaðirnar í 2021 við StÍF. Har var Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen við at tryggja StÍF fyrsta FM á kvinnusíðuni í søgu felagsins.
Hoyr samrøðuna við hana í høllini á Skála ovast
GG! Í einum spurningi í samrøðuni verður sagt, "tú ert uppvaksin her á fjørðinum". Hetta er orðað skeivt - tað skuldi vera: - "tú hevur ættarbond her á arminum" Sum frágreitt er omanfyri
-------------------------------------------------------
Seinni EM-fyrireikingardysturin
Á Skála, leygardagin 23. november
Føroyar - Svøríki B 26-28 (14-16)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald