- Veruspælið er gott, og vit betri um ymiskt til seinna hálvleik. Árni sær út til at elska evropeisku dystirnar, og vit fáa nógva orku frá áskoðaraplássunum, segði Espen Haug eftir 2-0 sigurin hjá KÍ í gjár.
- Man burdi ikki verið fótbóltsvenjari, tí tað er ógvuliga móðsamt.
Hetta staðfesti Espen Haug beinanvegin í samrøðuni við Portalin í gjárkvøldið. Venjarin varð uppi at koyra eftir 2-0 sigurin á Differdange í Champions League - hetta var higartil størsti dystir hjá norðmanninum sum venjari.
KÍ fekk tað ikki at eydnast við bóltinum í gjár; tíbetur høvdu vit Árna, staðfestir Haug.
Hann er eisini nøgdur við verjupartin. Serliga í seinna hálvleiki tá ymiskt var rættað til. KÍ-venjarin setur eisini orð á, hvat skal til í seinna dystinum í Luksemborg.
Sí samrøðuna ovast.
Sí eisini: Árni Frederiksberg: Tá tað eitur Champions League fær Árni tvey mál hvørt umfar
Sí eisini: Odmar: Varð kensluborin tá eg kom inn
UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
mikudagin 10. juli
19.00: KÍ - FC Differdange 2-0 (2-0)
12' Árni Frederiksberg 1-0
45'+1' Árni Frederiksberg, br. 2-0
Hesir komu inn fyri KÍ: 55' Dan í Soylu (fyri Deni Pavlovic), 69' Pætur Petersen (fyri Joseph Williams), 83' René Shaki Joensen (fyri Albert Ejupi) og 83' Odmar Færø (fyri Cédric Yambéré).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald