Fótbóltur

Video: Manchester United-miðverjin hevur nú góð minnir úr Føroyum

- Eg minnist tað var ógvuliga kalt, tá eg spældi her við Lille móti KÍ, sigur Leny Yoro við einum smíli. Hann fegnast um, at fraklendingar hugsavnaðu seg væl í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-10 21:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er ikki ta staðið, man kemur oftast, so tað er eitt sindur serligt. Í kvøld megnaðu vit væl at venja okkum við umstøðurnar og at spæla dystin rætt.

Leny Yoro hevur spælt í Føroyum áður. Hetta var í Conference League-bólkaspælinum í 2023. Tá var miðverjin 17-ára gamal og spældi 90 minuttir. Franska stórfelagið fekk bert málleysan javnleik móti KÍ - og tað var ógvuliga kalt hetta oktober-kvøldið á Tórsvølli, minnist Manchester United-spælarin við einum smíli.

- Nú havi eg so skapt nøkur betri minni í Føroyum. Tað er stuttligt at koma her, og hvør veit; kanska man endar har aftur onkutíð.

[object Object]
Leny Yoro í nærdysti sum Lille-spælari móti KÍ. Tá var kaldari enn í Klaksvík í kvøld

[object Object]Yoro stútar her vekk í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Á sumri 2024 keypti Manchrster Yoro fyri nærum 500 milliónir krónur. Hann skuldi eisini skriva nakrar autografar í Klaksvík - áðrenn og aftaná Leny Yoro helt føroyingum frá tí stóra á vøllinum.

- Vit vistu, at vit noyddust at spæla skjótt og vera hugsavnaðir. Føroyingar standa tætt. Vit eru vælnøgdir við hesa byrjanina og fara eftir at vinna bólkin.

Yoro og Frakland vunnu 6-0 við Djúpumýru. Hoyr samrøðu ovast.

Sí eisini: Nógv tað besta landsliðið eg havi spælt ímóti

Umframt Leny Yoro spældi Ayyoub Bouaddi eisini við Lille, tá liðið spældi móti KÍ fyri tveimum áru síðani. Tá var Bouaddi bert 16-ár og spældi væl - miðvallarin var aftur eyðsýndur í kvøld og skoraði seinasta málið í stórsigrinum í dag.

Undankappingin til EM 2027
Fríggjadagin 10. oktober
Føroyar - Frakland 0-6 (0-3)

Meira um dystin her

Støðan í bólkinum
1. Føroyar 9 stig (4 dystir)
2. Sveis 4 stig (2 dystir)
3. Frakland 3 stig (1 dyst)
4. Ísland 2 stig (3 dystir)
5. Estland 2 stig (4 dystir)
6. Luksemborg 1 stig (2 dystir)

Sí eisini: Føroyar fingu ikki eitt bein til jørðina móti Fraklandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder