
15. oktober og 18. oktober spælir føroyska kvinnulandsliðið tveir teir fyrstu dystirnar í undankappingini til EM 2026.
Tað verður við einum liðskipara, sum nú spælir Champions League-hondbólt. Pernille Brandenborg er tann fyrsta føroyska kvinnan, sum spælir í størstu kappingini fyri lið.
Í Dortmund í dag spældu Pernille Brandenborg og Storhamar í 4. umfari í bólkaspælinum, og har gjørdi útiliðið bart.
Føroyski strikuspælarin var stórspælandi við seks málum uppá sjey skot og fleiri góðum verjuatgerðum mitt fyri. Dortmund skoraði bert 22 mál, og Pernille Brandenborg varð toppskjútti í dystinum.
Tvey av málum hennara síggjast ovast ella á Youtube-rásini hjá EHF
Pernille Brandenborg spælir ivð 18-talinum hjá bláklædda liðnum.
Gott fyri sjálvsáliti hjá Pernille, sum skifti til Storhamar í summar
Hetta var annar sigurin hjá Storhamar, og norska liðið hevur harvið fýra stig í bólki A. Heili 14 umfør skulu spælast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald