Fótbóltur

Video: Petur Knudsen er nýggi maðurin í Lyngby

Ársins leikari í fjør er farin til Lyngby BK í næstbestu donsku deildini at spæla. Nýggja felagið hjá runavíkinginum hevur vitjað í Føroyum.

2021-07-21 12:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Miðladeildin hjá Lyngby BK hevur gjørt eitt sindur burturúr nýggja áleyparanum, sum felagið hevur skaffað sær úr Føroyum.

23 ára gamli runavíkingurin Petur Knudsen er seinnu árini blivin profilur í bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum, og hevur eisini hevur fingið sínar fyrstu A-landsliðsminuttir.

Í videoinnslagnum greiðir Petur Knudsen millum annað frá umstøðunum við Løkin og eisini verður prátað við pápa Petur, landsliðslegenduna Jens Martin Knudsen.

Sí video omanfyri.

placeholder
placeholder