
Tvær ferðir í gjár komu Samuel Johansen Chukwudi og SJK Seinajoki afturum í Helsinki, men báðu ferðir svaraði Samuel aftur.
Í báðum førum var talan um hornaspark, har stóri miðverjin var komin framvið. Skotið var inn ímóti málinum, og so var nummar 28 knappur: Eina temjing og síðani skot við høgra beini - í fyrra førinum úr stuttari fjarstøðu.
Málini síggjast frá 2.13 og 8.40 á videobrotinum omanfyri - ella HER.
Hetta vóru fyrstu málini hjá Samueli í finskum fótbólti. 21-ára gamli føroyingurin hevur verið nógv róstur av finskum miðlum fyri serliga sítt verjuspæl. Seinastu dystirnar hevur júst tað ikki verið so sannførandi hjá Samuel Chukwudi og teimum, men fríggjakvøldið var miðverjin vandamikil í brotsteignum hjá Ginstan.
Sí eisini: Eitt verjuódjór sum ikki verður í Finnlandi leingi
Samuel hevði fulla spælitíð í Finnlandi fyrstu sjey umførini. Í fjár gjørdist tó tíverri "bert" talan um 73 minuttir. Sum videobrotið vísir - á 9.45 - so tók Samuel Chukwudi í baklærið og setti seg niður.
Havnarmaðurin hevur havt nógvar trupulleikar við skaðum seinastu árini og eitt strekk - og serliga ein fipur - hevði verið eitt afturstig.
SJK Seinajoki vann sínar fýra fyrstu dystir, men seinastu fýra dystirnar hevur talan berið verið um fýra stig. Tað endaði 2-2 í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald