Fótbóltur

Video: Sí frísparksmálið hjá Brandi her

Føroyski miðvallarin gjørdist mánakvøldið matchvinnari ímóti Vìkingi við góðum frísparki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-07-10 14:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann leikti tveir sera góðar landsdystir ímóti Spania og Noreg fyri mánaði síðani, og í gjár kom Brandur Hendriksson aftur á máltalvuna fyri FH. Skálvíkingurin skoraði sítt 4. mál í Pepsideildini í ár, tá hann sendi eitt fríspark dygst uttanfyri brotsteigin í málið - tað sæst eftir 45 sekund í klippinum omanfyri. Í útidystinum ímóti Víkingi í Reykjavík fyrr í ár fekk Brandur reytt kort, men á Kaplakrika mánakvøldið skoraði føroyski landsliðsleikarin einsamalla málið í dystinum. 

Jákup Thomsen hevur fastan leiklut sum innskiftari fyri tíðina, og áleyparin kom inn í hálvleikinum í 1-0 sigrinum. Gunnar Nielsen hevur verið úti í langa tíð orsakað av brotnari hond, men mánadagin var hann aftur í hópinum á fyrsta sinni í tveir mánaðir. FH er á 6. plássi við 16 stigum fyri 11 dystir. Liðið spælir aftur leygardagin á Vestmannaoyggjunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder