(Upptøka: FC Hoyvík)
Trý mál og trý stig. Tað er tað, sum kvinnurnar í FC Hoyvík hava við í skjáttuni aftur til Hoyvíkar við Smyrli í kvøld.
FC Hoyvík roynir seg á fyrsta sinni í bestu deildini við kvinnuliði, og fyrsti dysturin var móti TB/FCS/Royn í dag. FC Hoyvík vann 3-0.
Málini tók Margreta Olsen sær av í 16. minutti, 37. minutti og í 61. minutti.
(Mynd: FC Hoyvík)
Hóast hetta er fyrsta umfar í landskappingini, er landsliðssteðgur til 13. apríl. Tá fær FC Hoyvík vitjan av Víkingi.
1. umfar
NSÍ-Skála ÍF 7-0
HB-Víkingur 0-2
B36-KÍ 1-2
TB/FCS/Royn-FC Hoyvík 0-3
2. umfar
FC Hoyvík-Víkingur (13. apríl)
Skála ÍF-HB (13. apríl)
KÍ-NSÍ (14. apríl)
TB/FCS/Royn-B36 (14. apríl)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald