Tað er ikki so ofta, at man rennir seg í so stuttligar dystir, so sjálvandi skal man njóta tað.
Tað sigur Sølvi Vatnhamar undan seinastu venjingini hjá Føroyum fram ímóti HM-undankappingardystinum móti Danmark á Tórsvølli. Leirvíkingurin hevur leikt 51 A-landsdystir, og tann í morgin er serligur fyri mannin, ið eitt skifti las til byggifrøðing í Horsens, eins og hjá flestu liðfeløgunum. Sølvi legði tó dent á, at fokust skal haldast á, at hetta verður ein fótbóltsdystur sum allir aðrir, og at serstaka støðan skal parkerast eitt sindur.
Føroyingarnir hava tørv á, at hugsavna seg 100 prosent um sjálva uppgávuna. Tey lýti, ið sóust móti Ísrael, skulu bøtast, og Sølvi Vatnhamar dylur ikki fyri, at dysturin mikukvøldið var eitt stórt vónbrot, at ætlaninin ikki helt, og at føroyingar burdi gjørt tað betri. Serliga var tað í verjustøðu, at tað haltaði, og hetta skal gerast betri móti sterku dønunum, ið helst koma at hava bóltin nógv meira. Tað snýr seg millum annað um tol og fokus, sigur Sølvi, ið helst aftur verður at síggja á høgra kanti, har hann hann møguliga skal renna við hvirluvindinum Joakim Mæhle. Føroyska liðið skal tó eisini hava dirvi og leggja orku í at hótta hinvegin.
35-ára gamli víkingurin var í august plágaður av skaða og sat úti nakrar dystir, men spældi ein tíma móti Ísrael og sigur seg kenna seg væl fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald