Søguligur kvøld fyri íslendskan og føroyskan hondbólt í Grikkalandi, har nógv stóð á hjá Allani Norðberg og Vali. Teir stóðu tó ímóti.
Hjá 30-ára gamla strandinginum var tað við trimum málum í dystinum og ísakøldum brotskasti, tá alt skuldi avgerast.
Nógv trýst á Allani...
Men føroyingurin skoraði trygt - sí brotskastið ovast (Skíggjamyndir: EHF)
Til ber at síggja alla brotskastskappingina í triðsterkastu evropeisku kappingini ovast í greinini
Sí eisini: Allan og Valur vunnu Europan Cup eftir brotskøst
Seinna finalan í European Cup
Piræus, 25.05
Olympiakos - Valur 35-32 (eftir brotskøst) - 31-27 eftir longda leiktíð (61-62 samanlagt)
Allan Norðberg: 3/4 í vanligu leiktíðini - skoraði í brotskastskappingini
Sum vera man stórur fagnaður á teimum á søguliga íslendska liðnum (Mynd: EHF/Eurokinissi Sports)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald