
- Eg havi verið í Føroyum nakrar ferð. Fyrst við ungdómslandsliðnum og síðani - eg minnist ikki heilt nær - við A-landsliðnum. Tað høvdu vit ein truplan dyst móti Føroyum. Vit vunnu, men tað var móti endanum.
- Menningin hjá føroyskum fótbólti hevur verið góð seinastu árini. Vit sóu til dømis í fjør, at KÍ gjørdi tað ógvuliga trupult hjá HJK Helsinki at koma víðari í Champions League
Orðini eigur Teemu Pukki. Nú 35-ára gamli áleyparin var rímiliga ungur Celtic-spælari, tá hann vitjaði í Føroyum í 2013 við finska A-landsliðnum. Hetta var í nevnda trupla dystinum á Tórsvølli, har Føroyar løgdu seg á odda, men har Finnland vann 3-1.
Síðani hevur finnin skorað nógv mál fyri serliga Brøndby og Norwich City - í Superliguni, Championship og í Premier League - umframt fyri finska landsliðið. Har hevur eingin skorað fleiri.
Teemu Puuki skorar her móti David De Gea og Manchester United á Old Trafford (Mynd: EPA)
Í vetur vendi Pukki aftur til heimlandið og til HJK, sum hann áður hevur vunnið steyp við. Nú er dreymurin millum annað eitt deildarspæl, staðfestir vandamikli harrin fyri bolt.fo.
Til ber at hoyra samrøðuna við Teemu Pukki ovast. Bolt.fo hevur eisini tosað við millum annað Kristian Joensen:
Sí eisini: Jann Benjaminsen: - Vit fara at leypa á og fara eftir sigrinum
Atgongumerki til dystin hjá NSÍ skulu keypast í forsølu. Tey kunnu keypast her.
Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli, við Við Djúpumýru
19.45: NSÍ - HJK Helsinki
NSÍ - HJK Helsinki kann stroymast her fyri 10 evrur (75 krónur)
Les eisini: Fyrsta royndin móti finskum feløgum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald