Fótbóltur

Fyrsta royndin er móti finskum feløgum

NSÍ og KÍ skulu royna at koma framvið ávikavist HJK og SJK í Conference League, Fyrru dystirnir verða spældir í kvøld - klokkan 19.45 og klokkan 17 - finsku feløgini standa sum favorittar.

NSÍ er á heimavølli - í Klaksvík klokkan 19.45 - og KÍ spælir í Finnlandi klokkan 17 (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ er á heimavølli - í Klaksvík klokkan 19.45 - og KÍ spælir í Finnlandi klokkan 17 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-10 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin setti Víkingur gongd á evropeiska summarið hjá føroyskum liðum. Hetta var tíverri við 2-3 tapi á heimavølli fyri Lincoln Red Imps, men hetta kann vendast á Gibraltar týskvøldið.

Í kvøld spæla tvey av føroysku feløgunum í Conference League: KÍ á útivølli og NSÍ á heimavølli - bæði móti finskum feløgunum.

Conference League 1. umfar, fyrru dystirnar
Hósdagin 10. juli

17.00: 
SJK Seinäjoki - KÍ 
19.45: NSÍ - HJK Helsinki (Við Djúpumýru)

Sí eisini: Jann Benjaminsen: - Vit fara at leypa á og fara eftir sigrinum

Sí eisini: Jóannes Kalsø Danielsen; - Evropeisku dystirnir hevur ótruliga stóran týdning fyri okkum

Báðir dystirnir verða stroymdir á útlendskum stroymingartænastum, har teir kunnu keypast:

SJK - KÍ kann stroymast her fyri 20 evrur (149 krónur)

NSÍ - HJK Helsinki kann stroymast her fyri 10 evrur (75 krónur)

-------------------------------------------------

Finsku feløgini standa sum favorittar til dystirnar í kvøld, og sum heild er besta finska deildin á hægra stigi enn tann føroyska.

Summi góð úrslit hava verið móti finskum feløgum - millum annað vann HB 2-0 við tveimum málum frá Súna Fríða Johannesen, tá VPS Vaasa vitjaði í UEFA Cup í 1998. Tað endaði tó 4-0 í Finnlandi.

Tað er bert einaferð áður eydnast hjá einum føroyskum felagi at vinna samanlagt á einum finskum felagi í Evropa. Hetta var í 2013, tá Víkingur vann samanlagt 2-1 á Inter Turku.

Nú skulu KÍ og NSÍ royna at gera tað sama - KÍ hevur á pappírinum betri møguleikar móti Samuel Johansen Chukwudi og teimum, enn NSÍ hevur móti Helsinki. NSÍ vantar eisini nakarar spælarar, sum hava gjørt stóran mun í ár; serliga skadda Petur Knudsen.

Bæði føroysku liðini fara eftir góða útgangsstøðinum í kvøld, og tað er stórur spenningur um, hvussu styrkislutfalli er millum nummar 1 og 2 í Føroyum og so nummar 5 og 4 í løtuni í Finnlandi.

Sí eisini: Soleiðis kanst tú stroyma dystirnar hjá NSÍ og KÍ í kvøld

----------------------------------------------

Portalurin verður til staðar til dystin við Djúpumýru við ymiskum tilfari. Beinleiðis dagføringar frá báðum dystunum - livescore - er ovast á Portalinum.

[object Object]

Atgongumerki til dystin hjá NSÍ skulu keypast í forsølu. Tey kunnu keypast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder